Follow by Email

Monday, July 2, 2007

Tíðindaskriv

Læn mær oyra títt

Ein langferð frá munnmentan til KT-samfelagið

Nýggja Forlagið Eksil útgevir bókina "Læn mær oyra títt", hon kostar 150 kr og er myndprýdd øll sum hon er í litum.

----

Tað er høvundin og granskarin Bergur Rønne Moberg, sum í hesum døgum útgevur hesa forkunnugu bók á Forlagnum Eksil.

»Læn mær oyra títt« er sniðgevin sera hegnisliga og unikt av Ole Wich, sum hevur klárgjørt bókina til eitt serligt litríkt prenttøkni.

Tøkni og orð

Innihaldið í bókini er ein langferð frá munnmentan til KT-samfelagið. Hon snýr seg um sambandið millum tøkni og orð.– Orðið var upphavliga munnligt og øll vitan partur av munnligari arvagongd. Seinni gjørdi prenttøknin skrivaða orðið algongt í bókum og bløðum.

Elektronisk mentan

Í dag er orðið eisini vorðið elektroniskt og verður sent á ymsum bylgjum í elektroniskum loft- og margmiðlum sum útvarp, sjónvarp og teldu, sigur høvundurin.

Munnliga, skrivaða og elektroniska orðið virka saman í ymsum høpum. Men tey umboða í grundini hvør sín samskiftishátt og enntá hvør sína mentan.

Sterkar kreftir eru uppá spæl

Bent verður á, at samskifti er meira enn tøkni og boðsending.– Tá mál og samskifti broytast, eru sterkar kreftir uppi í leikinum, sum í stóran mun hava givið mannasøguni skap, sigur Bergur Rønne Moberg.

Føroysk dømi verða eisini tikin fram til tess at myndlýsa hetta mentanar- og menningarmynstrið.

Hetta er eitt sera viðkomandi perspektiv í einari mentan sum tí føroysku við einum serligum samtíðarleika millum hesar miðlar.


FORLAGIÐ EKSIL
Leiðari er Kim Simonsen
Úti í Bø 14
Fo-510 Gøta
00298 44 19 73/ 58 79 52


Eintøk kunnu keypast við at skriva til: outsidermagazin@gmail.com
Tíðindaskriv

FORLAGIÐ EKSIL

Heimsklassikari loksins komin á føroyskum máli


Í dag hevur nýggja Forlagið Eksil útgivið føroysku týðingina »Umskapanin«, ið er kendasta verkið eftir Franz Kafka og eitt av kendastu verkunum innan heimsbókmentir fra 20. øld. Hon fæst í bókhandlum í Føroyum fyri 140 kr.

Tann føroyska týðingin av »Die Verwandlung« sum hon eitur á týskum, er nú loksins komin í bókhandlarnar. Týðarin er Agnar Jógvansson.

Umskapanin hevur hesa kendu byrjan:

"Ein morgun vaknaði Gregor Samsa úr marrudreymum og fann út av, at hann í song síni var umskaptur til eitt stórt skordýr".

Hendan langa stuttsøgan er eitt tað kendasta modernistiska prosaverkið í 20. øld – hon er ein mynd av fremmandagerðingina, sum modernisman hevði við sær.

”Kafka...er miklasti týski rithøvundur í okkara samtíð. Skald sum Rilke, ella skaldsøguhøvundar sum Thomas Mann eru dvørgar ella bringumyndir av halgimennum samanbornir við hann”, tók kendi russiski høvundin Vladimir Nabokov til.

Listamaðurin Jóannes Lamhauge hevur prýtt permuna og sniðgivið bókina, sum er prenta í offset prenti í Keypmannahavn. Bæði málkøn í týskum og í føroyskum hava gjøgnumgingið bókina.

Bókin hevur verið ávegis leingi

»Tað hevur verið sera hart arbeiði við hesari týðingini – harðari og drúgvari enn vanligt – men harafturímóti er manningin eyka vælnøgd við úrslitið. Eg veit ikki, hví hesin klassikarin, sum einki mál kann vera fyriuttan, ikki langt í verðini síðan er útkomin í føroyskari týðing. Eg fáist nú við at leggja aðrar føroyskar týðingar av klassikarum til rættis.«, sigur týðarin Agnar Jógvanson, sum er BA í bókmentum frá Onglandi.

Vælegnað til skúlanæmingar

Forlagið v/ Kim Simonsen metir, at tað eru slíkar bøkur, sum fara at hækka støðið á føroyskum bókmentum munandi, og eisini gera, so møguligt verður at fylgja við í bókmentaligum rákum á føroyskum máli.

Forlagið upplýsir, at bókin eisini inniheldur ein stuttan inngang eftir og ein útgang eftir týðaran, hetta ger bókina sera væl egnaða sum undirvísingartifar til eldru flokkarnar í fólkaskúlanum, næmingar í miðnámsskúlunum og á lærdum skúlum, har bókin kann brúkast í mál og bókmentafakum, so sum føroyskum, donskum, týskum o.s.fr.

Franz Kafka

Franz Kafka var føddur og uppvaksin í Prag í 1883. Pápin var ein ríkur jødiskur kekkiskur keypmaður. Franz las løgfrøði. Líðandi gjørdist tað honum ein ótolandi byrða at noyðast at tjena til lívsins uppihald við skrivstovuarbeiði. Hann segði tí upp og halgaði seg skrivingini burturav. Hann trúlovaðist nakrar ferðir, men gjørdist sjúkur av tuberklum og flutti á eitt sanatorium at búgva.

Kafka var sjúkliga kenslusamur, og hopleysu romansurnar hjá honum, eins væl og trupla sambandið við pápan, oyðiløgdu til endans heilsu hansara, og "hungursárini" í Berlin eftir 1918 vóru dropin. Hann doyði í 1924. Sjálvt um Kafka var kekki, skrivaði hann allar sínar bøkur á týskum. Sjey teirra vórðu útgivnar meðan hann enn var á lívi. Hann skrivaði tríggjar skaldsøgur, sum allar komu út eftir hann var deyður - "Der Prozess" kom út í 1925, "Das Schloss" í 1926 (óliðug) og "Amerika" í 1927.


Agnar Jógvanson

Agnar Jógvansson er BA í evropeiskum heimspeki og bókmentum frá ARU í Onglandi, og virkin týdari og høvundur. Hansara fiktivu ferdafrásagnir eru vælumtóktar millum føroyingar, av tí at tær eru bersøgnar og ráar - tó dyrkar hann eisini tad surrealistiska stuttsøgutekstaslagid, eins væl og aforismurnar. Umskapanin er hansara onnur útgáva. Agnar arbeiðir við at týða fleiri norðurlenskar skaldsøgur.


FORLAGIÐ EKSIL
Leiðari er Kim Simonsen
Úti í Bø 14
Fo-510 Gøta
00298 44 19 73/ 58 79 52