Follow by Email

Sunday, April 10, 2011

MILLUMLENDINGAR yrkingar Vónbjørt Vang

MILLUMLENDINGAR – nýtt yrkingasavn eftir kvinnuligan debutant


42 síður * 140 kr * Kápumynd og uppseting Lena Nicolajsen


Savnið ”Millumlendingar” hjá Vónbjørt Vang (f. 1974) opnar seg sum ein floymandi, uppreksandi myndagerð, har rúmið verður víðkað við longsli og nærveru. Stílurin er spælandi og ironiskur. Málið er modernað og nærum provokerandi óhátíðarligt.


Evnið í hesum yrkingum er um at finna heim, flytingar, um ikki at festa røtur. At royna at festa røtur. Endurkomandi myndir eru fráferðin og heimferðin, tíð, spor og minnir. Sjónin og navngeving stýra hesum yrkingum, tað neyva gerandisliga, tað vanliga og banala hava høvuðsleiklut. Savnið er sum ein fortættaður og tematiskur abstraktur ringur ella umferð av evnum, sum tosa saman, ið arbeiða seg smakkandi og sansandi rundan um tað ósagda og tað ósigiliga.







Skelkandi bók

Dilemma

140 kr * Kápumynd Daniella Andreasen * Uppseting Lena Nicolajsen

Daniella Andreassen debuterar við hesi nýskapandi prosabókini sum upprunaliga er sprottin úr eini bloggfrásøgn. Bókin er um eina unga føroyska kvinnu sum sjálvstilvitað og við stórum dirvi sigur frá síni søgu sum ein føroysk skrivandi kvinna í 21. øld.

Sum verk er bókin samansett, bæði málsligt og innihaldsligt. Her eru innantanna einarøður, frásagnir, dialogar og yrkingar. Bókin er í sjey pørtum, sum kunnu minna um eina skrivaða dagbók í sjey dagar. Gerandisliga málið og blandaða málið, sum í støðum ikki himprast fyri respektleyst at skifta frá føroyskum til danskt er sum málburðurin annars ein mynd av kreppuni ella tí dilemma sum persónurin sum sigur frá er í. Sum ein av teimum 2500 ungu kvinnum sum mangla í Føroyum. Meiri í ætt við Victoriu Wild, Silviu Henriksdóttir enn Heðin Brú.

Ravnar á ljóðleysum flogi – yrkingar úr uppgongdini yrkingasavn Sissal Kampmann


Ravnar á ljóðleysum flogi – yrkingar úr uppgongdini

84 síður? * 140 kr * Kápumynd Ludvík Breckmann * Uppseting Janus Kampmann

Sissal Kampmann debuterar við savninum “Ravnar á ljóðleysum flogi – yrkingar úr uppgongdini”. Fyrsta yrkingin í savninum sendir okkum beinleiðis inn í ein heim, har ein ferð móti eini nýggjari byrjan og endin á eini farnari tíð arbeiða framm ímóti hvørjum øðrum í eini ringrás, fyri at enda at røkka saman. Men áðrenn endarnir røkka hvør ørðum, skal søgan um alt tað, ið liggur ímillum sigast.