Friday, June 8, 2012




Tíðindaskriv frá forlagnum EKSIL

Útgávureseptión av nýggjum yrkingasavni eftir Sissal Kampmann

Leygardagin 09.06.12 kemur nýtt yrkingasavn eftir Sissal Kampmann út á forlagnum EKSIL. Yrkingasavnið, við heitinum, Endurtøkur,  er annað savnið eftir høvundan. Fyrsta savnið, Ravnar á ljóðleysum flogi – yrkingar úr uppgongdini, kom í 2011.

Endurtøkur leggur seg upp at fyrra savninum, við tað at tað er ein leinging av nøkrum av teimum evnunum í vóru viðgjørd í Ravnar á ljóðleysum flogi.  Formurin er tó ein annar, tí í nýggja savninum eru fleiri prosakendir tekstir enn í tí fyrra, ið bert vóru yrkingar. Kápumyndina á Endurtøkum eigur Ludvík Breckmann, eins tí á fyrra savninum.

Í samband við yrkingasavnið kemur út, skipar EKSIL fyri tiltaki í Føroyahúsinum, har m.o. Dennis Agerblad, Mai Øvlisen, Marita Dalsgaard, Ludvík Breckmann v.fl. fara at lesa upp og spæla tónleik.

Tiltakið, ið er ókeypis, verður frá kl. 16.00 – 20.00 í Føroyahúsinum, Vestebrogade 17A.

No comments: