Follow by Email

Monday, November 28, 2016


Tankar um poesi

Fyri hvørja bók tú skrivar skalt tú uppfinna eitt nýtt mál. Fyrst einslig fremmand orð, ið koma fram, síðani setningar og seinni heil brot. Man skal lesa seg sjálvan við hesari fremmandu kensluni, drálandi og uttan mynduleika, tí poesiin er altíð tann fremmanda røddin, sum man kennir aftur, men ikki dugir at seta í bás ella at skilja.


                                                                    Josefine Klougart. Den Blå Port, 93, 2016.


Eksperimenterandi poesi líkist ikki tí vit kenna og halda at poesi skal vera. Hetta skilja navngivnar høvundar kanska ikki, ið dúliga hava loyst sær buksurnar og skitið á øll og alt seinastu tíðina. Meðan bókmentafrøðingar standa klárir við teirra básum, klistrimerkjum og frímerkjaalbummum at proppa alt niður í, so sum heldur einkisgandi heiti sum sentrallyrik, kvinnubókmentir ella økopoesi, ið ikki sigur nakað um nakað serligt, men kann vísa seg at vera ein niðurundirgerð, ein minking og ein annar máti at kolldøma okkurt man valla skilir, ella tímir at seta seg inn í. Í mun til hetta, so hevur Klougart fatur á nervanum í modernaðari poesi.

Vit mugu ongantíð støðga kanningini av hvat vit kunnu við poesi. Vit mugu ongantíð fastfrysta hana sum ein serligan form. Poesiin má ikki vera fremmand yvir fyri heiminum ella rein 'pen' fagurfrøði í tomgongd. Í seinasta enda mugu vit eisini góðtaka, at tað finnast fleiri poetologiskar leiðir inn til yrkingina og at tað er hesin opinleikin, ið kann definerað hvat poesi er í dag og einki annað. Poesi er ein samrøða við iva, tað fremmanda og tað vit ikki skilja.

No comments: